Fleiri fráboðanir til Barnaverndina

Talið av fráboðanum til Barnaverndarstovurnar kring landið er vaksandi. Í 2012 vóru 819 barnaverndarmál skrásett í mun til 725 mál árið fyri og 700 mál í 2010. Tað skrivar Sosialurin í dag.

Frá 1. Januar 2012 varð fráboðanarskyldan herd, soleiðis at fakfólk ikki longur noyðast at hava prógv fyri, at okkurt er á vási. Nú er nóg mikið at hava ein illgruna um, at okkurt ikki ruggar rætt, so skulu tey boða Barnaverndartænastuni frá. Og hetta sæst aftur í tølunum.

Meðan vøksturin frá 2010 til 2011 var 25 mál, vórðu útvið hundrað fleiri fráboðanir í 2012, eftir at fráboðanarskyldan bleiv herd.

Fráboðanirnar snugva seg um nógv ymisk ting. Í 2012 vóru 246 fráboðanir um vanrøkt, 48 fráboðanir um harðskap, 58 fráboðanir um hættisliga atferð hjá barninum, meðan 5 fráboðanir vóru um, at heilsa ella lív hjá ófødda barninum var í vanda.

Í dag eru Føroyar býttar upp í 10 barnaverndarøki, men frá 1. januar 2014 verður hetta broytt, soleiðis at hvørt øki í minsta lagi skal hava 3000 íbúgvar.

Meira at lesa um hetta er í Sosialinum, sum í dag hevur eitt stórt innlegg um Barnavernd og Pedofili. Eitt nú hevur Sosialurin prátað við ein føroyskan mann, sum sigur seg vera pedofil.