Talið fyri fosturtøkur hevur stórt sæð verið minkandi síðani tíðliga í nítiárunum, og hóast nýggjastu tølini frá landslæknanum vísa, at talið av fosturtøkum vaks í 2014 í mun til undanfarna ár, so er talan um triðlægsta talið síðani aldarskiftið.
Í 2014 vórðu 30 fosturtøkur framdar, meðan sama tal í 2013 var 23. Tað er ein øking á sjey fosturtøkum.
Sæð yvir eitt longri áramál, so er talan ikki um eitt høgt tal, tí umframt 2013, ið er lægsta talið av fosturtøkum í nýggjari tíð, so er tað bara í 2005, at færri fosturtøkur vórðu framdar enn í 2014. Tá vóru 29 fosturtøkur í Føroyum.
Landslæknin býtir framdu fosturtøkurnar í átta aldursbólkar. Undir 15 ár, 15 til 19 ár, 20 til 24 ár, 25 til 29 ár, 30 til 34 ár, 35 til 39 ár, 40 til 44 ár og 45 til 49 ár.
Býtt út á aldursbólkarnar er tað í aldursbólkinum 30-34 ár, at flest fosturtøkur verða framdar. Átta kvinnur í tí aldursbólkinum framdu eina fosturtøku í 2014, meðan seks kvinnur í aldursbólkinum 20 til 24 ár framdu fosturtøku.
Í aldursbólkunum 15 til 19 ár, 25 til 29 ár, 35 til 39 ár og 40 til 44 ár vóru tað fýra kvinnur í hvørjum aldursbólki, ið framdu fosturtøku, meðan ongin kvinna í aldrinum undir 15 ár ella 45 til 49 ár valdi fosturtøku.