Aftan á bretska parlamentsvalið herfyri kunngjørdi formaðurin hjá teimum konservativu, Michael Howard, at hann fór at leggja frá sær, og síðani hava fleiri boðið sær til at taka við eftir hann.
Tann einasti, sum alment hevur bjóðað seg fram sum formansevni, er framsøgumaðurin í innanríkismálum, David Davis. Hann er tann einasti, sum hoyrir til mið-høgravongin í flokkinum, og hildið verður, at hann hevur bestu møguleikarnar at gerast formaður, skrivar Reuters.
Hini sjey eru øll úr mið-vinstravonginum í konservativa flokkinum. Av teimum er tað helst fyrrverandi uttanríkisráðharrin Malcolm Rifkind, sum hevur teir frægastu møguleikarnar. Hann hevur ikki alment boðað frá, at hann fer at stilla upp, men í síðstu viku segði hann, at hann væntandi verður ímillum valevnini, tá avgerðin skal takast.
Bara ein kvinna tykist hava hug at taka við eftir Michael Howard. Tað er Theresa May, sum er talsmaður floksins í familju- og mentanarmálum.









