Fleiri foreldur fingu bæði bót og klipp

Løgreglan hevur kannað bilarnar, sum koyrdu børn í skúla

Seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna bilarnar við skúlar kring landið. Hesar kanningarnar hava verið tá ið skúlarnir byrja um morgnarnar og nógv foreldur koyra børnini í skúla.

 

Í gjáramorgunin varð løgreglan við skúlan á Toftum, og har vórðu fleiri foreldur tikin. Løgreglan steðgaði eini 40 bilum, og í hesum sambandi fingi seks bilførarar klipp tí at teir ikki høvdu syrgt fyri, at børnini sótu í trygdarbelti.

 

Tá ið talan er um børn undir 15 ár, er tað bilførarin, sum hevur ábyrgdina av at syrgja fyri, at tey sita í trygdarbelti og at tey heilt smáu eisini sita í barnasetri.

 

Ì hesum føri fingu bilførararnir 1.500 krónur í bót, umframt at tey fingu eitt klipp í koyrikortið. Harumframt fingu nakrir bilførarar átalu fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær.