Heilsurøktarafelagið vísir á, at ein kanning av teirra limum vísir, at nógvar ikki sleppa at arbeiða fulla tí.
Helvtin av føroyskum kvinnum arbeiða niðursetta tíð, og Erika Hayfield Ph.d í samfelagsvísind og granskari á Fróðskaparsetrinum, vísir somuleiðis á, at tað ofta ikki er eftir ynski hjá kvinnunum, men at nógv viðurskifti eru viðvirkandi til hetta.
Tøl frá Manntal vísa, at 20 % av teimum spurdu, sum arbeiða niðursetta tíð, sjálvar halda, at tær arbeiða ov lítið. Hetta bendir fyrst og fremst á, at tað ikki altíð er eitt ynski hjá kvinnuni, at arbeiða niðursetta tíð, sigur Erika Hayfield.
Aðrar forðingar fyri, at kvinnur eru í fulltíðarstøvum eru millum annað, at tær standa fyri nógv størsta partinum av tí húsliga arbeiðinum. Sambært Eriku Hayfield liggur tað so djúpt í okkara mentan, at kvinnan tekur sær av húsligum og umsorganar uppgávum, at tað kann hava eina ávirkan á, at hon velur at arbeiða niðursetta tíð.
Haraftrat kemur, at okkara vælferðarsamfelag byggir á, at familjan tekur ein part av ábyrgdini av óhjálpnum, og tað merkir, at sjál skipanin byggir á, at kvinnan tekur um endan.
Forðingar á arbeiðismarknaðinum
Beinleiðis forðingar á arbeiðsmarknaðinum finnast millum annað innanfyri fleiri fak, sum eru eru eyðkend av, at hava nógvar kvinnur. Eitt nú hevur Heilsurøktarafelagið sum nevnt gjørt eina kanning, sum vísir, at fleiri av teirra limum ikki sleppa at arbeiða fulla tíð.
68 prosent av námsfrøðingum arbeiða niðursetta tíð, og eins og í øðrum umsorganarstørvum er orsøkin ofta, at starvið er so hart mentalt og fysiskt, at eitt fulltíðarstarv er for strævið. Í hesum sambandi sigur Erika Hayfield:
- Tað vísir seg, at arbeiði við umsorgan og kanska serliga børnum er so krevjandi, at 40 tímar í sjávlri stovuni er for nógv. Haraftrat vísa kanningar, at 40 % av námsfrøðingum fyrireika seg uttanfyri arbeiðstíð, og vit eiga tí at gera eina meting av, hvat eitt fulltíðarstarv innan fyri barnaansing.
75 % av teimum yrkisbólkum, sum hava niðursett størv eru eyðkend av einum meiriluta av kvinnum, ella eru sonevnd kvinnustørv