Fleiri fólk enn vanligt á vali

Fyri einum tíma síðani lótu valhølini upp í Hósvíkar skúla, har borgarar skulu taka støðu til, um ein skúli framhaldandi skal vera í bygdini ella um hann skal leggjast saman við felagsskúlan í Oyrarbakka.


Estrid Olsen, forkvinna í valnevndini, sigur, at tað tykist sum valluttøkan er høg hesaferð.


- 220 fólk hava atkvøðurætt hesaferð, og klokkan ellivu høvdu 25 fólk greitt atkvøðu, so tað er meira enn tíggjundi hvør persónur, ið hevur atkvøðurætt, sigur Estrid Olsen og leggur afturat.


- Um sammet verður við onnur val, so hava tað verið nógv fleiri fólk her fyrsta tíman, enn tað plagar at vera.


Valhølini eru opin til klokkan 20.00 í kvøld.