Qassam Soleimani læt lív í einum amerikanskum dronuálopi í Irak í januar 2020. Í dag varð minningarhald, har hann liggur jarðaður. Tað var undir minningarhaldinum, at tvær spreingingar vóru.

Fleiri fólk doyðu av spreinging í Iran

- Talan var um eina yvirgangsatsókn, siga iransku myndugleikarnir.

 

Qassam Soleimani læt lív í einum amerikanskum dronuálopi í Irak í januar 2020. Í dag varð minningarhald, har hann liggur jarðaður. Tað var undir minningarhaldinum, at tvær spreingingar vóru.

Iranskir miðlar skriva í dag um tvær spreingingar, sum vóru nærindis staðnum í Kerman, har Qassam Soleimani liggur jarðaður.

 

Qassam Soleimani var fyrrverandi leiðari hjá elituherinum í iransku kollveltingarhirðuni.

 

Hann læt lív í einum amerikanskum dronuálopi í Irak í januar 2020, og í dag varð minningarhald á staðnum, har hann liggur jarðaður.

 

Iranskir miðlar vita at siga, at spreingingarnar vóru við stuttum millumbilum, meðan hátíðarhaldið varð, og í minsta lagi 50 fólk lótu lív.

 

Myndugleikarnir í Iran siga, at talan var um eina yvirgangsatsókn, skriva norsku miðlarnir, Dagbladet og NTB.

 

Dagføring:

 

Tey nýggjastu tølini úr Iran siga nú, at í minsta lagi 103 fólk eru deyð av spreingingunum, og talið av særdum er komið upp á 141.

 

Sagt verður, at fleiri hundrað fólk vóru savnað fyri at minnast ársdagin, tá Qassam Soleimani læt lív í amerikanska dronuálopinum í Irak.

 

 

 

 

 

Qassam Soleimani læt lív í einum amerikanskum dronuálopi í Irak í januar 2020. Í dag varð minningarhald, har hann liggur jarðaður. Tað var undir minningarhaldinum, at tvær spreingingar vóru.