Fleiri fólk eru deyð av spreinging á Kuba

Partar av marglætishotellinum á Havanna eru oyðilagdir, verður sagt av Kuba, har tey framvegis leita eftir saknaðum.

Í dag hevur eitt marglætishotell í høvuðsstaðnum Havanna á Kuba verið rakt av einari ógvusligari spreinging.

 

- Í minsta lagi átta fólk eru deyð, og 30 eru særd, upplýsir forsetaskrivstovan í landinum. 

 

Skrivstovan hevur í einum Tvitter-boðum sagt frá hendingini, og her er eisini talið av deyðum, løstaðum og saknaðum kunngjørt.

 

Hildið verður, at tað var ein gassleki, sum elvdi til ógvusligu spreingingina.

 

5-stjørnaða hotellið, sum liggur miðskeiðis í høvuðsstaðnum, skuldi dagførast, og tí vóru eingir gestir á hotellinum.

 

Guvernørurin í Havanna, Reinaldo Garcia Zapata, sigur við kommunistisku ávísina, Granma, at partar av bygninginum eru oyðilagdir.

 

- 13 fólk eru framvegis saknað, og bjargingarlið eru á staðnum, har leitað verður eftir saknaðum í leivdunum, veit tíðindastovan NTB at siga.