Fleiri føroyingar venda Evropa bakið

Næstan annarhvør føroyingur vil ikki hoyra talan um, at vit knýta okkum tættari at ES

 


Føroyingar skulu ikki hava tættari tilknýti til ES.

Tað halda 44 prosent av føroyingum.

Hetta vísir ein kanning, Lóður hevur gjørt fyri Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Hinvegin vísir kanningin eisini, at 27 prosent av føroyingum vilja hava tættari tilknýti til ES.

Men tað er eisini merkisvert, at meiri enn fimtihvør føroyingur, ella 21 prosent, vita ikki, hvat tey skulu halda um føroyska tilknýtið til ES.

 

Kanningin vísir sostatt, at føroyingar eru blivnir meiri ivingarsamir ímóti ES enn teir hava verið.

Fyri 12 árum síðani gjøri Gallup eina kanning fyri Dimmalætting og hon vísti, at 31 prosent av føroyingum halda, at støðan mótvegis ES skal ikki broytast og 29 prosent halda, at vit skulu hava tættari tilknýti til ES.

Bara níggju prosent vildu hava fullan føroyskan limaskap í ES, men tá vóru tað heili 31 prosent sum ikki vistu, hvat tey skuldu halda um okkara samband við ES.

 

Nýggja kanningin hjá lóðuri vísir, at teir føroyingar, sum vilja hava okkum knýtt tættari at ES, siga, at tað fer at geva okkum betri marknaðaratgongd og betri møguleikar fyri altjóða samstarvi. 

 

Hetta er høvuðsørsøkirnar til, at teir vilja hava okkum tættari knýtt at ES. Men seks prosent halda eisini, at tað fer at geva okkum eina betri rættartrygd.

 

Tað, sum føroyingar ræðast mest við ES er, at fáa vit tættari tilknýti til felagsskapin, fara vit at missa ræðið á okkara fiskivinnupolitikki og ein stórur partur heldur rætt og slætt, at vit fara at missa ræðið á okkara egnu viðurskiftum sum heild.

 

Men so er tað eisini eitt stórt tal av fólki sum er ímóti ES, tí tey halda, at felagsskapurin er ódemokratiskur og at pappírsveldið er ov stórt.

 

Tað eru mest konufólk, sum ikki hava tikið støðu til ES. Kanningin hjá Lóðuri vísir, at 28 prosent av kvinnunum hava ikki tikið støðu til ES, men tað eru bara 13 prosent av mannfólkunum, sum ivast.

 

Men kanningin vísir eisini, at tað eru teir yngru føroyingarnir ímillum 15 og 29 ár, sum eru heitast fyri tættari tilknýti til ES, tí triði hvør føroyingur í hesum aldrinum heldur, at vit eiga at knýta okkum tættari at Evropasamveldinum.