Fleiri føroyingar raktir av liviháttarsjúkur

Talið á føroyingum, sum mugu viðgerast fyri ov høgt kolesterol, hækkar støðugt

Talið av sjúklingum, sum hava ov høgt kolesterol í blóðinum, er støðugt hækkandi.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum.

 

Gunvør Balle, tingkvinna, hevur spurt hann um gongdina í nýtsluni av ymsum heilivági.

 

Og Karsten Hansen sigur, at akkurát sum í londunum rundanum okkum, er talið á sjúklingum í Føroyum við lívsstílssjúkum, veksandi.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at í 2008 vóru 3.544 sjúklingar í Føroyum í viðgerð fyri ov høgt kolesterol í blóðinum. Síðani er talið alsamt hækkað, og í fjør vóru 5.477 sjúklingar í Føroyum í viðgerð fyri ov høgt kolesterol.

 

Karsten Hansen sigur, at eisini útreiðslurnar til heilivág fyri diabetis hava verið veksandi seinastu árini.

 

- Talið á sjúklingum við diabetes typu I, hevur verið at kalla tað sama seinastu árini, men talið á sjúklingum við diabetes typu II, er vaksið seinastu árini.

 

Í 2008 brúktu føroyingar fyri 4,9 milliónir í diabetisheilivági, men í fjør var tað komið upp á slakar 9,3 milliónir krónur. Og líkt er til, at útreiðslurnar verða enn hægri í ár, tí fyrsta ársfjórðing hava útreiðslurnar verið 2,351 milliónir.

 

Í nógv ár hava tað verið eini fimm nýggir tilburðir av diabetes typu I um árið, men seinasta uppgerðin bendir á, at hetta nú er økt upp í 6-7 tilburðir um árið.

 

Tað doyggja umleið tað sama tal av fólki í hesum bólki um árið, og talið á diabetes typu I hevur sostatt verið støðugt í Føroyum seinastu árini, umleið 350 fólk.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at í løtuni eru tað einir 2000 føroyingar, sum hava fingið staðfest diabetes typu II. Men mett eftir tølum í Norðanlondum, eru tað eini 1.000 føroyingar sum hava diabetis, uttan at sjúkan er staðfest.

 

Eingin uppgerð er yvir, hvussu nógv tað kostar at viðgera føroyingar fyri diabetis. Men sambært danska Diabetesfelagnum, kostar diabetes tí danska samfelagnum 86 milliónir krónur um dagin. Og verður tað umroknað til føroysk viðurskifti, kostar diabetis føroyska samfelagnum einar 190 milliónir krónur um árið.