Fleiri føroyingar kanska kannast fyri krabbamein

Nú verður tosað um at geva føroyngum tilboð um regluligar kanningar fyri fleiri sløg av krabbameini

Í næstum fáa føroyingar kanska tilboð um regluligar kanningar fyri fleiri sløg av krabbameini.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hví føroyingar ikki fáa tilboð um regluligar kanningar fyri krabbamein í langa og baktarmi, soleiðis sum danska Heilsustýrið hevur mælt til?

 

Karsten Hansen staðfestir, at tilvísingarbólkurin fyri yvirlitskanningar, screening, á Landssjúkrahúsinum hevur umrøtt spurningin í summar og metti tá, at sum heild er tað ein áhugaverd og ynskilig skipan, sigur Karsten Hansen.

 

Men samstundis metti bólkurin, at tað ikki var ráðiligt at seta skipanina í verk við verandi manning á Landssjúkrahúsinum

 

Málið hevur síðani verið umrøtt ímillum Landssjúkrahúsið og Heilsumálaráðið, og  landsstýrismaðurin sgur, at hann fer at taka málið upp í krabbameinsstýrisbólkinum, sum fer at hava fund í næstum um yvirlitskanningar í føroyska heilsuverkinum.

 

Karsten Hansen leggur afturat, at á fíggjarlógini fyri næsta ár, hevur hann sett pening av til at heilsuverkið kann fara undir landsumfatandi yvirlitskanningar fyri bróstkrabba í Føroyum.

 

Somuleiðis hevur Landssjúkrahúsið hevur sent landsstýrismanninum eitt  tilmæli um at dagføra skipanina við yvirlitskanningum fyri lívmóðurhálskrabba, soleiðis at fleiri aldursbólkar fáa tilboðið um kanningar, akkurát sum tey hava í Danmark.

Eisini hendan spurningin fer Karsten Hansen at taka upp í krabbameinsstýrisbólkinum í næstum.