Fleiri føroyingar á World Cup stevnur í Miðeystri

Pál Joensen verður mettur, at enda í toppinum í 1500 frí.

Tríggir føroyskir svimjara fara í komandi viku á luttaka á World Cup stevnunum í Doha og Dubai. Tað skrivar heimasíðan svimjing.com.


Talan er um Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Óla Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Alva Hjelm úr Ægir.


Ikki óvæntað, so er tað Pál Joensen, ið er mettur at hava besta møguleikan at vinna heiðursmerki. Á teininum 1500 frí, er hann nevniliga styrkismettur at vinna silvur. Harvið er tað slett ikki óhugsandi, at Pál kann gera ein vørr og vinna gull.


Umframt at luttaka í 1500 frí, so luttekur Pál eisini í 400 frí. Óli Mortensen luttekur í somu greinum sum Pál Joensen, meðan Alvi Hjelm roynir seg á 400 frí og 200 blandað.


Stevnan í Doha er mánadagin og týsdagin 2. - 3. november 2015, meðan stevnan í Dubai er fríggjadagin og leygardagin 6. - 7. november. Kappast verður á langgeil.