Fimti FM kappróðurin í ár verður seinnapartin í Vestmanna, har tað er fjarðastevna.
Meðan tað bara var ein vika millum fýra tær fyrstu FM kappingarnar, so varð tað ikki kappast síðsta leygardag. Við øðrum orðum hava bátsmanningarnar nú fyrireikað seg í tvær vikur til avbjóðinga í Vestmanna seinnapartin.
Sjey bátar hava fult stigatal, og harvið eru fleiri FM heiti ikki so langt burtur. Bátarnir, sum liggja heilt væl á FM kósini, eru Ormurin Langi, Argjabáturin, Páll Fangi við monnum, Sølmundur við kvinnum, Erla Kongsdóttir við kvinnum og barnamanningarnar Firvaldur við gentum og Fiskurin við dreingjum.
Í tveimum kappingum er stórur spenningur. Tað er í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum og 5-mannafør við gentum.
Eftir viðgerð á skrivaraborðinum er endalig niðurstøða gjørd um, at tað verður eingin umróður í genturóðrinum soleiðis, sum tað annars eitt skifti sá út til at fara at verða.
Tað er góður streymur. Ættin verður útsynningur, og vindmegin verður sjey metrar um sekundið.
Tað vera ellivu hitastig, og veðurforsøgnin sigur, at tað frá klokkan trý fer at kennast eitt sindur úr honum.
Barnaróður dreingir – kl. 13.20
5 Pílur
6 Spógvin
7 Heykur
8 Fípan Fagra
9 Fiskurin
10 Svalan
11 Ternan
12 Knúkur
FM støðan
1 Fiskurin 28
2 Heykur 20
2 Fípan Fagra 20
Barnaróður gentur kl. 14.00
6 Hulda
7 Knúkur
8 Frúgvin
9 Firvaldur
10 Ørnin
11 Ingibjørg
12 Havørnin
FM støðan
1 Firvaldur 28
2 Ørnin 20
3 Knúkur 17
3 Frúgvin 17
5-mannafør dreingir kl. 14.50
4 Ingibjørg
5 Ørnin
6 Firvaldur
7 Drekin
8 Jallurin
9 Sílið
10 Royndin Fríða
11 Tjaldrið
12 Silja
13 Heykur
14 Havfrúgvin
FM støðan
1 Jallurin 24
1 Drekin 24
3 Sílið 22
6-mannafør kvinnur kl. 15.15
6 Jarnbardur Masters
7 Lómur
8 Páll Fangi
9 Sølmundur
10 Smyril
11 Skúgvur
FM støðan
1 Sølmundur 28
2 Smyril 22
2 Páll Fangi 22
5-mannafør gentur kl. 15.40
3 Knúkur
4 Frúgvin
5 Sílið
6 Báran
7 Drekin
8 Tambar
9 Falkur
10 Blikur
11 Beinta
12 Kollur
13 Fenja
14 Stubbin
FM støðan
1 Blikur 25
2 Tambar 23
3 Drekin 18
6-mannafør menn kl. 16.00
7 Lómur
8 Gongurólvur
9 Páll Fangi
10 Rádni
11 Hósvíkingur
FM støðan
1 Páll Fangi 28
2 Gongurólvur 23
3 Rádni 21
8-mannafør kl. 16.20
8 Árnfirðingur
9 Argjabáturin
10 Nevið Reyða
FM støðan
1 Argjabáturin 28
2 Árnfirðingur 24
3 Ørvur 20
5-mannafør kvinnur kl. 16.40
7 Teistin
8 Sílið
9 Erla Kongsdóttir
10 Jallurin
11 Blikur
FM støðan
1 Erla Kongsdóttir 28
2 Sílið 24
3 Jallurin 19
10-mannafør kl. 17.00
7 Havnarbáturin
8 Klaksvíkingur
9 Ormurin Langi
10 Suðuroyingur
11 Drekin Reyða
FM støðan
1 Ormurin Langi 28
2 Klaksvíkingur 23
3 Suðuroyingur 21










