Fleiri flyta heimanífrá

- prát við 2 gentur, ið eru útibúgvandi

Barbara Thomsen og Iris J. T. Thomsen
???????????????????????????????????

Samfelagið er soleiðis háttað í dag, at einum tørvar eina góða útbúgving fyri at fáa tað arbeiðið, ið ein kann hugsa sær. Eftir at hava lokið fólkaskúlan, eru tað hvørt ár fleiri ung, ið flyta heimanífrá at ganga á miðnámsskúla.
Tá ið ein flytur heimanífrá fær ein eina ávísa ábyrgd fyri sær sjálvum, ein hugsar meira um egin viðurskifti enn áður.
Vit hava í hesum sambandi tosað við Olgu Mariu undir Skarði og Anitu í Soylu, ið báðar ganga á øðrum ári í studentaskúlanum og búgva í Studentaskúlaheiminum á Berjabrekku.
Olga er 19 ára gomul og kemur heiman av Sandi. Anita er 18 ára gomul og kemur úr Sandavági.
Hví hava tit valt at flyta heimanífrá?
Olga: Eg valdi at flyta til Havnar, tí at skúlin liggur í Havn.
Anita: Orsøkin til at eg flutti var, at skúlin liggur í Havn og eingin undirsjóvartunnil var komin, tá ið eg byrjaði. Eftir hetta treivst eg væl her.
Fyrimunir við ikki at búgva heima?
Olga: Eg haldi at ein av fyrimununum er at ein er rættuliga fríur, kann gera alt hvat ein vil, eisini eru nógvar nýggjar avbjóðingar. Ein lærir at gera mat, hehe... ein lærir eisini at standa á egnum beinum og er ikki undir "uppsýni" allan dagin.
Anita: Eg eri samd við Olgu. Ein hevur ábyrgdina av sær sjálvum.
Vansar við ikki at búgva heima?
Anita: Pengapungurin er skrallaður í endanum av mánaðinum, eingin morgunmatur á borðinum tá ein vaknar.
Olga: Ein fær ikki døgurða hvønn dag, hehe... Tað at koma upp hvønn morgun, tað er lættari at koma upp tá onkur er har og biður ein koma upp. Hevði eisini havt minni fráveru, um ein var heima.
Hvussu er tykkara peningaliga støða?
Olga og Anita: Tronglig!
Hvussu nógvan studning fáa tit um mánaðin?
3418kr
Fáa tit pening heimanífrá?
Foreldrini gjalda kamarið
Hava tit arbeiðið í frítíðini? Hvussu nógv gevur hetta um mánaðin?
Olga: Nei tað havi eg ikki.
Anita: Ja. Eg fái umleið 2000 kr og tað fer til námsferð.
Hvussu nógvan pening nýta tit um mánaðin?
Olga og Anita: Alt.
Hvat nýta tit peningin til?
Olga og Anita: Tað brennur upp í lummanum. Annars mat og klæðir, vanliga húsarhaldsvøru.
Hvussu eru tykkara bústaðarumstøður?
Olga: Fínasta slag. Egið kamar og wc.
Anita: Sera gott sosialt, nógvar nýggjar vinir, gott samanhald millum búfólkið. Týpist ungdómshús, órudduligt.
Hvat gera tit í frítíðini?
Olga: Tá ið ein gongur í 2.s er eingin frítið. Næstan øll frítíðin fer til heimaarbeiðið, tá eg ikki geri hetta, lesi eg nógv. Eisini eri eg har suðuri onkur vikuskifti.
Anita: Tað er ikki nógv frítíð, men annars nýti eg ikki frítíðina til nógv annað enn at hyggja í sjónvarp. Men so eri eg eisini ofta har vesturi.
Meta tit, at tit nýta nóg nógva tíð til heimaarbeiðið?
Olga og Anita: Heilt avgjørt!! Brúka sera nógva tíð og orku til heimaarbeiðið.
Kenna tit tykkum meira einsamallar nú enn áður?
Anita: Sjálvandi kennir ein seg einsamallan, tá ein situr í einum kamari og ger skúlating! Men eftir sum at her búgva 15 onnur ung, so er tað ofta lætt at finna onkran annan, sum eisini keðir seg. Og so kann ein sita og práta við tey.
Olga: Eg føli meg ikki meira einsamalla enn áður, sjálvandi er tað sera gott at vera heima, blíva hjúklaður um av foreldrunum. Men eg føli meg ikki einsamalla inni í kamarinum. Viðhvørt kann tað vera einsligt, men eg fari ofta út í stovuna tá. Mær dámar sera væl at vera einsamøll, so tað er eingin trupulleiki. Um ein dugur at undirhalda sær sjálvum, skuldi tað ikki verið nakar trupulleiki, hehe...