21,5 milliónir ferðafólk komu og fóru um floghavnina í Kastrup í fjør, og tað er tað mesta nakrantíð. Vøksturin samborið við 2007 var tó ikki millum tvey og fýra prosent, sum leiðslan hevði væntað, men bara 0,6 prosent. At ferðafólkatalið vaks minni enn væntað komst sambært leiðsluni í Kastrup av altjóða fíggjarkreppuni og trupulleikunum hjá Sterling, sum fór á húsagang seinasta heyst. Leiðslan kann so ugga seg við, at flestu av hinum stóru floghavnunum í Evropåa høvdu færri ferðafólk í fjør enn í 2007.