Fleiri fløgur frá Martin

Fjepparar hjá Martin kunnu byrja at gleða seg. Verður tað upp til Remee, verður komandi fløgan als ikki hansara einasta. Framleiðarin Remee sigur um 15 ára gomlu stjørnuna, at hann heldur, at hann, Thomas Troelsen og Martin helst eru byrjaðir á eitt langt samarbeiði. ? Alt riggar so væl, og tað er so stuttligt at arbeiða saman. Tað er reint njótilsi.

Remee og Thomas eru í løtuni í gongd við at leggja seinastu hond á fløguna hjá Martin, ið kemur út seinast í mai mánað.

 

Remee er samstundis sera imponeraður av gávunum hjá Martin og heldur, at hann við tíðini kann gerast enn betri, enn hann er í dag. Hann sigur seg aldri áður hava arbeitt við einum artisti, ið hevur evnini, Martin hevur og loyvir sær enntá at kalla gávuna hjá Martina autentiska.

 

Fløgan sjálv er íblást av tónleiki frá ?funk-meistaranum? Quincy Jones. Fyrsta stakfløgan, ?Show The World?, verður at hoyra fyrstu ferð í morgin.