Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og her vórðu kanningar gjørdar eitt nú í Eysturoy og Norðoyggjum.
Á landsvegnum í Gøtu fingu tríggir bilførarar bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra væl yvir 100 kilometrar um tíman í óbygdum øki.
Ein bilførari í Klaksvík koyrdi móti ferðsluni í einsrættaðari gøtu, og við tunlarnar Norður um Fjall koyrdi ein bilførari um reytt ljós.
- Eisini hesir báðir førararnir fáa bót og klipp í koyrikortið fyri brot á ferðslureglurnar, visti vaktleiðarin at siga í morgun.