Fleiri fingið meslingar í Evropa

Føroysk smábørn eru eisini í vanda, sigur lækni

Í fjør høvdu fleiri enn 20.000 fólk í Evropa meslingar og 35 doyðu av sjúkuni, upplýsir  Altjóða Heilsustovnurin undir ST (WHO). Vaksandi talið av fólki, sum hava fingið meslingar vísir, at tað ikki gongur sum ætlað at basa sjúkuni, sum smittar ómetaliga illa og kann verða orsøk til heilabruna og deyða. 

 

 

Shahin Gaïni, Yvirlækni á Landssjúkrahúsinum og Ph.D segði við útvarpið í dag, at vit hava eina støðu við fleiri túsund tilburðum í Evropa í dag. Í Føroyum hevur ongin tilburður av meslingum verið seinastu sjey til átta árini. Føroysk foreldur koppseta børn síni móti meslingum. 

 

 

Hann greiddi frá, at hevur mamman havt meslingar ella er koppsett móti meslingum, so eru smábørn vard móti meslingum í átta mánaðir. Tey verða tó koppsett, tá tey eru 15 mánaðir, og eru nógvir tilburðir av sjúkuni í Evropa, har børnini eisini ferðast, so eru føroysk børn eisini í vanda fyri at fáa meslingar frá tey eru átta til 15 mánaðir.