Fleiri festivalgestir innlagdir

Tann 20 ára gamli sviin, sum doyði í nátt á Roskildefestivalinum, var ikki tann einasti festivalgesturin, sum var í lívsvanda. Leiðslan á fesativalinum sigur í morgun, at nakrir aðrir gestir vórðu fluttir á sjúkrahús í nátt, og nú ber leiðslan ótta fyri, at dálkað rúsevni kunnu vera í umfari á festivalinum.

-Hetta merkir, at fólk hava ikki ánilsi um, hvat tað er, sum tey fáa sær, sigur Christina Bilde, sum er talskvinna hjá Roskildefastivalinum, við DR.

Á sjúkrahúsinum í Roskilde vátta tey, at har eru nøkur fólk innløgd við eitran í sambandi við evni, sum tey hava fingið. Enn duga tey tó ikki at siga, hvat tað er fyri evni, sum fólkini hava tikið.