Fleiri fermetrar til Trygd

Á nýggjárinum flutti Landsbankin úr tí hugnaliga umhvørvinum í Gongini við Eystaru Vág í Havn niðan á Staraveg. Trygd yvirtekur nú húsini, sum Føroya Banki eigur

VINNA

 
Á nýggjárinum gekk leigusáttmálin hjá Landsbankanum út, og Sigurð Poulsen, landsbankastjóri, og hansara fólk fluttu niðan á Staraveg í Havn.
Húsini í Gongini verða nú tikin í nýtslu av Trygd, sum víðkar um sítt tal av fermetrum. Føroya Banki eigur húsini, og bankin eigur eisini partapeningin í Trygd, sum sostatt er dótturfelag hjá Føroya Banka.
- Vit eru ov nógv fólk til ov fáar fermetrar, sigur Ali Celebi, stjóri í Trygd, sum sigur, at hølini nú verða umvæld.
- Vit hava vaksið so nógv um virksemið, at vit hava tað helvtina av tí í fermetrum, enn tað er vanligt í Føroyum.
- Eisini núverandi bygningurin hjá okkum verður umvældur, og hetta verður gjørt í trimum stigum, sigur Ali Celebi, sum væntar at umvælingin verður liðug í summar. Væntandi verða hølini hjá Trygd tó ikki stongd í hesum tíðarskeiði. Hølini skulu m.a. málast innan, men talan verður kortini ikki um nakra broyting í felagsins image, greiðir stjórin frá.