Fleiri ferðsluóhapp um vikuskiftið

Sjálvt um fleiri óhapp vóru í ferðsluni hetta vikuskiftið, var ikki talan um nakrar álvarsligar skaðar.

Hetta vikuskiftið hevur politiið fingið fleiri fráboðanir um óhapp í ferðsluni, upplýsir vakthavandi á politistøðini fyri in.fo í morgun.

 

Fríggjadagin seinnapart fór ein bilur útav vegnum onkrastaðni nærindis Ljósá. Tey, sum vóru í bilinum, fóru til kanningar á landssjúkrahúsinum.

 

Í Runavík var ein bilførari, ið hevði rent á eitt skelti.

 

Eisini er onkur tikin fyri at koyra ávirkaður. Hetta var náttina til leygardag á Streymoynni.

 

Og so var ein Bilur eisini farin útav á Oyrabakka tíðliga um morgunin. Politiið fekk samand við bilføraran, sum bleiv kannaður fyri rúsdrekkakoyring, men bilførarin var edrúur. Bilurin fekk skaða.

 

Eitt annað ferðsluóhapp hetta vikuskiftið var tætt við Stykkið gjáramorgunin. Her var tað so mikið álvarsligt, at bilførarin mátti klippast úr bilinum. Sambært politinum var bilførarin heppin at sleppa so væl.