Fleiri ferðir Samuelsen í HB

Betri deildin menn: Tvíburðarnir Jónas og Djóni Samuelsen hava undirskrivað sáttmála við HB

Mynd: (HB)

HB hevur gjørt sáttmála við tvíburðarnir Jónas og Djóni Samuelsen. Eldri bróðurin er Áki Samuelsen, sum longu spælir á besta liðnum hjá HB. Tí verður tað fleiri ferðir Samuelsen á liðnum hjá HB til komandi kappingarár.

 

Úr HB verður boðað frá, at 16 ára gomlu tvíburðarnir hava undirskrivað sáttmála til og við 2025. Djóni Samuelsen hevur longu spælt tveir dystir fyri besta liðið hjá HB. Hann kom á vøllin í august mánaði, tá HB vann 7-2 á ÍF, og í næstseinasta umfarinum.

 

Til steypafinaluna farna leygardag var nógv gjørt burturúr, at pápin, Eyðun Samuelsen, skoraði í steypafinaluni í 1995, sum eisini var millum B68 og HB. Tað eydnaðist ikki Áka Samuelsen at skora í finaluni hesa ferð, men hann hevur langt síðani yvirhálað pápan fyri mál í HB.

 

#med2##

 

Mynd: (HB)