Hóst koyrilíkindini vóru góð í vikuskiftinum, fekk løgreglan í Havn fráboðan um heili seks ferðsluóhapp.
Talan var um smærri óhapp, har eingin fólkaskaði var.
Á Politistøðini verður sagt, at nógv av óhappunum skyldast, at fólk ikki ansa nóg væl eftir, tá tey koyra.
Høvdu fólk verið meira ansin í ferðsluni, slapst undan nógvum av hesum smærru óhappunum, verður sagt á Politistøðini.