Fleiri ferðsluóhapp kring landið

Tað hava fleiri ferðsluóhapp verið ymsastaðni, og tað fær avleiðingar fyri onkrar bilførarar

 

Hetta síðsta samdøgurið hava fleiri ferðsluóhapp verið ymsastani kring landið, og í onkrum førum er so stórt brot á víkiskylduna, at tað fær avleiðingar fyri bilføraran.

 

Við norðara munnan í Norðskálatunlinum var ein verndarbummur settur upp í sambandi við arbeiðið í tunlinum, men tað legði ein bilførari ikki merki til og koyrdi á bummin. Bilurin fekk eitt sindur av skaða, men ongin fólkaskaði var

 

Longur Norðuri, við Hvannasundstunnilin rendu tveir bilar beint á hvønn annan, men talan var bara um materiellan skaða. Løgreglan sigur, at annar bilurin helt ikki víkiskylduna og tí er frágreiðing skrivað um málið. Spurningurin er so um bilførarin fær bót, ella um koyrikortið er í vanda, tað taka løgfrøðingarnir støðu til, ella dómsvaldið, kemur tað har til.

 

Næstan samstundis hendi eitt ferðsluóhapp í Runavík, har ein bilur rendi upp í reyvina á einum bili frammanfyri, men heldur ikki har var nakar fólkaskaði.

 

Í Havn hendi eitt ferðsluóhapp úti við Velbastaðvegin, har ein bilur koyrdi út á vegin av einum parkeringsplássi, og rendi á. Løgreglan sigur, at sostatt helt hann ikki sína treytaleysu víkiskyldu og tískil missur bilførarin koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann má upp í teori og koyring av nýggjum, annars missur hann koyrikortið.

 

Og í Klaksvík rendur tríggir bilar saman í eini brekku, og har fór eitt fólk á sjúkrahús til kanningar.

 

Annars gjørdi løgreglan ferðkanningar í Suðuroy í gjár og har fær ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra 79 kilometrar um tíman á Marknoyri í Vági, har tað annars er loyvt at koyra 50.