Fleiri smærri ferðsluóhapp hava verið í vikuskiftinum, men ongin fólkaskaði tíbetur.
? Tað er orsakað av hálkuni og so vanligt ósketni, sum aloftast enda við einum óhappi, sigur vakthavandi.
Inni á Sandvíkarhjalla var ein hurlivasi um áttatíðina sunnukvøldið, tá einir 10-15 bilar ikki sluppu nakran veg í hálkuni. Hóast har vóru bilar bæði við lamell dekkum og píkadekkum, so var so mikið hált og rokaligt, at ongin slapp nakran veg. Løgreglan kom á staðið, og tað gekk ikki long tíð, so kom glið á ferðsluna aftur, og hon kundi koyra sum vanligt.
Tvey óhapp í Eysturoynni
Tvey smávegis ferðsluóhapp vóru í Eysturoynni um vikuskiftið. Eitt var á Skála og eitt á Norðskála. Í báðum førum var orsøkin hálka. Tann fyrri bilurin fór út av vegnum, og hin rendi inn í autoverjuna. Ongin fólkaskaði var. Annars hevur vikuskiftið verið friðarligt í Eysturoynni, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík.
Úr Klaksvík verður sagt frá avbera friðarligum vikuskifti. Heldur ongin fráboðan er komin um nakra ferðsluóhapp har.