Fleiri ferðir á longu teinunum

FM kappingarnar komandi ár verða frá 31. mai og fram til ólavsøkuaftan. Tað verður bara í Sandavági og á ólavsøku, at tað bara fer at verða kappast á stutta teininum

KAPPRÓÐUR

Bátarnir standa turrir og ivaleyst alla staðni hampuliga heitir í róðrarneystunum kring landið. Tað verður tosað um, hvørji fara at manna bátarnar komandi kappingarár. Summi eru givin, meðan onnur, sum á ólavsøku vóru púra sannførd um, at tey høvdu tikið seinasta takið í FM kapping, eru farin at draga eitt sindur á. Hvíldin frá venjingum og kappingum í meiri enn eitt fjóðringsár hevur havt við sær, at góðu løturnar eru farnar at skugga fyri teimum minni hugaligu, og tá jólini og nýggjárið vera farin afturum, so munnu fleiri, sum higartil hava ætlað sær at takka fyri seg, fara at taka enn eitt kappingarár upp á seg.
Í vikuskiftinum boðaði Róðrarsamband Føroya frá, nær FM kappingarnar verða komandi ár. Tað er greitt, at í fýra teimum fyrstu kappingunum fer at verða róð á fleiri teinum, meðan tvær tær síðstu kappingarnar bara fara at vera á eitt túsund metrum ella uppaftur styttri teinum enn so. Enn er ikki greitt, hvar sjeynda FM kappingin fer at verða hildin. Tí ber enn ikki til at siga nakað um, um hon verður á fleiri teinum, men tað er stórur møguleiki fyri tí. Fleiri av plássunum, sum eru í uppskoti, hava rúm og góð róðrarøkir.
Fyrsta kappingin verður norðoyastevnuaftan,sum er settur at vera leygardagin 31. mai. Sundalagsstevnan verður leygardagin 21. juni, Jóansøkan verður leygardagin 28. juni, Varmakeldustevnan verður leygardagin 5. juli, Vestanstevnan verður í Sandavági leygardagin 12. juli, og ólavsøkuaftan verður mánadagin 28. juli.
Sjeyndi kappingardagurin verður leygardagin 124. juni, men enn er ikki greitt, hvar tann kappingin verður.