Fleiri ferðir hava finalurnar verið langar

At tað leygarkvøldið fyri fyrstu ferð var talan um brotssparkskapping fyri at finna steypavinnaran kemst av, at ásetingarnar um brotssparkskapping eru lutvíst nýggjar

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið tað var neyðugt við bæði longdari leiktíð og brots­sparks­kapping, áðrenn Víkingur kundi fegnast um at vera vinnari av løgmanssteypinum í 2012.
Talan var um søguliga finalu, eisini tí hetta var fyrsta ferðin yvir­høvur, at steypafinalan varð av­gjørd í brotssparkskapping.
At tað ongantíð áður hevur verið neyðugt við brotssparkskapping kemst fyrst og fremst av, at áset­ingin við møguleikanum at avgera úr ellivu metrum er rættuliga nýggj.
2012 finalan fer sjálvandi í steypa­søguna sum ein tann mest undirhaldandi, væl leikta og dramatiska nakrantíð. Tvær aðrar finalur, sum eiga stórt pláss í steypa­søguni, eru tær í 1964 og í 1996, sum báðar høvdu endað við brots­sparkskapping, um tann skip­anin hevði verið galdandi tá.
1964
Hetta var síðsta árið, at tað varð spælt um ísafjarðarbikarið, og B36 og HB vóru í finaluni. Samlaða leiktíðin var kanska meiri enn fýra, áðrenn HB hevði tryggjað sær sigurin og harvið ísafjarðarbikarið til ognar.
Finaludysturin var á Tvøroyri, og støðan var 1-1 eftir vanliga leik­tíð. Eftir tvær ferðir fimtan min­uttir longda leiktíð var støðan 3-3. Niels Juel Arge var á Sevmýri og varpaði út, og hann dugdi at gera tað dramatiskt, tá ið liðini fingu boð um at spæla, inntil annað liðið fekk mál. Teir hildu fram at spæla, inntil neyðugt var at gevast fyri at havnarmenninir kundu sleppa norður við Smirli.
Sunnudagin eftir var nýggjur dystur spældur í Gundadali, og hann endaði aftur 3-3. Í longdu leiktíðini – tvær ferðir fimtan minuttir – kom einki mál, og so varð enn eina ferð lagt upp til at spæla, inntil annar parturin skoraði ella eftir somu skipan, sum er kend frá íshockey. Tá gjørdi HB skjótt av og skoraði sigursmálið.
Minnisríkt fyri finaluna í 1964 var tað eisini, at Ólavur Olsen, sum í eitt mannaminni vardi B36 málið, ikki var á liðnum. Í B36 málinum stóð svínoyingurin Árnmar Mellemgaard, sum hevði verið málverji á B36 dreingjaliðnum og nú vardi málið í 2. deild, sum tá var næstbesta deildin.

1996
GÍ var einaráðandi í nítiárunum, tá ið gøtumenn vunnu FM fýra ferðir á rað – 1993-1996. Hetta síðsta árið vóru gøtumenn í finaluni um løg­manssteypið ímóti HB, sum var komið í finaluna eftir ógvuliga dramatiska hálvfinalu ímóti KÍ. Eftir 1-1 í Klaksvík og 5-5 í Gundadali skoraði upp á fýra brotsspørk, og KÍ skoraði tvær ferðir.
Skipanin var soleiðis, at um tað í finaluni stóð á jøvnum eftir longda leiktíð, so skuldi nýggj finala spælast. Eftir 120 minuttir var støð­an 2-2, og harvið var neyðugt við nýggjari finalu. Tá var støðan 2-2 eftir 90 minuttir, og so var neyð­ugt við longdari leiktíð. Síðsti hálvi tímin var sera dramatiskur, tí GÍ skoraði tríggjar ferðir, og HB skor­aði eina ferð.
Tað var eftir hesa finaluna, at avgerð varð tikin um, at nú skuldi skipanin broytast soleiðis, at alt verður avgjørt í einum dysti so­leiðis, sum tað varð leygarkvøldið eftir longda leiktið og fyrstu brots­sparks­kappingina nakrantíð í einari finalu um løgmanssteypið.