Fótbóltur
Sum skilst hevur KÍ heitt á øll feløgini í Vodafone-deildini – HB og B36 undantikið – um at vera partur av mótmælisskrivi til FSF.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa at vita neyvt, hvat innihaldið í skrivinum er, men talan er í øllum førum um áheitan til FSF um at fylgja altjóða reglunum um flytingarvindeyga.
Tað hevur heldur ikki eydnast okkum at fáa at vita, um feløgini samstundis hótta við tiltøkum mótvegis FSF ella kappingini í Vodafone-deildini, um málið um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen ikki verður tikið upp til nýggja viðgerð.
At HB og B36 ikki eru partur av mótmælinum, kemst av, at tað vóru júst hesi feløg, sum vóru partur av málinum um flytingina av spæliloyvinum.









