Í Danmark hevur áhugin fyri at sleppa á eftirskúla ongantíð verið so stórur sum í ár, sjálvt um skúlagjaldið er hækkað nógv tey seinastu árini Aftan á summarfrítíðina í ár byrja 26.500 ungfólk á donskum eftirskúlum, og tað er met, skrivar Kristeligt Dagblad.
Tann stóri áhugin hevur havt við sær, at tveir nýggir eftirskúlar koma afturat í ár, samstundis sum hinir byggja út í stórum, skrivar blaðið.
Sophus Nielsen hjá eftirskúlafelagnum sigur við danska kringvarpið, at tað er hugaligt, at áhugin fyri eftirskúlunum er so stórur, sjálvt um ta er vorðið munandi dýrari at fara á eftirskúla, enn tað var fyrr.
-Foreldrini eru sinnað at gjalda, sjálvt um tað kostar 35.000 krónur ella meiri, tí tey halda eftirskúlatíðina vera góða fyri tey ungu, sigur Sophus Nielsen við DR.