Fleiri fangar til

Mánadagin komu umleið 30 menn

Mánadagin komu umleið 30 menn, sum verða settir í samband við yvirgang, til amerikansku herflotastøðina Guantanamo á Kuba.
Talsmaðurin hjá flotastøðini, Victoria Clarke, vildi ikki siga, hvaðani teir 30 fangarnir komu, ella hvussu nógvir fangar nú eru í Guantanamo, men hildið verður, at talið ligur um 625. Teir flestu fangarnir vórðu fluttir úr Afghanistan seinasta vetur.
Fyri nøkrum døgum síðani boðaðu amerikanarar frá, at teir fyrstu fangarnir í Guantanamo vóru latnir leysir. Talan var um fýra pakistanar.