Fleiri fótbóltsvøllir til børnini

Fóltbóltshugaðir skúvoyingar kunnu um stutta tíð síggja fram til at sparkivøllurin í bygdini fer at verða liðugur.

Arbeitt verður í løtuni við hesum vølli, og sum skilst skal ein somuleiðis gerast á Sandi í næstum.
Líknandi sparkivøllir finnast longu í Skopun, og fyrr í summar kundu dalbingar taka ein slíkan í nýtslu.