Fleiri fátæk í Danmark

Støðugt fleiri danir koma í ta støðu, at eingir pengar eru eftir í bankanum, sjálvt um fleiri dagar eru, til lønin ella almannaveitingin kemur inn á kontuna. Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá Rådet for Socialt Udsatte, sum er almannakunngjørd í dag.

Jann Sjursen, sum er formaður í ráðnum, sigur við danska kringvarpið, at fíggjarkreppan ger serliga ilt hjá teimum veikastu og teimum fátækastu í danska samfelagnum.

Í frágreiðingini sæst, at ein partur av teimum, sum liva av almennari veiting, hava 43 krónur eftir um dagin til mat, heilivág og annað neyðugt í gerandisdegnum. Sagt verður, at tað er heilt einfalt ov lítið, og niðurstøðan hjá ráðnum er, at hesi verða trýst út av eggini.