Í Noregi vísa tøl, at í 2006 vóru 35.000 fleiri fátæk børn har enn seks ár frammanundan. Í grein í granskingartíðarritinum Fafo stendur, at talan er serliga um børn hjá arbeiðsleysum foreldrum ella foreldrum við lítlari og ongari útbúgving.
Granskarin Roy A. Nielsen, sum hevur verið við til at gera kanningina, sigur, at tann almenni stuðulin til arbeiðsleys fólk er ov lítil, og at tað ávirkar tilveruna hjá børnunum tann skeiva vegin.
Aðalskrivarin í Red Barnet, Gro Bækken, gevur granskaranum rætt og mælir politikarunum til at økja arbeiðsloysisstuðulin, skrivar NTB.