Fleiri fátæk

Tey ríku í USA gerast altsamt ríkari, og tey fátæku gerast altsamt fátækari, og munurin millum rík og fátæk hevur ongantíð verið so stórur sum nú. Harafturat er talið á blóðfátækum amerikanarum tað størsta síðani síðst í sjeytiárunum. Tað er úrslitið av einari kanning, sum blaðfyritøkan McClatchy hevur gjørt, og sum varð almannakunngjørd í gjár. Kanningin vísir, at minst 16 mió. amerikanarar liva í størsta fátækradømi. Fyri ein einstakling merkir tað, at hann hevur minni enn 28.000 krónur at liva fyri um árið, og fyri eini hjún við tveimum børnum merkir tað, at tey hava minni enn 56.000 krónur at liva fyri í eitt ár. Kanningin vísir, at talið á teimum fátækastu er vaksið 25 prosent síðani 2000.