Fleiri føroyskir heiðrar í White Guide

Umframt tað at Koks í kvøld varð kosin besta fiska- og skejladjórauppliving í danska kongaríkinum, so vann Koks eisini nýggju heiðurslønina, sum er nevnd eftir føroyska matstovustjóranum á Søllerød Kro í Holte í Danmark, Jan Restorff.

Hesin heiður nevndist áður »Årets serviceoplevelse«, men eitur nú »Årets Jan Restorff«.

Les eisini: KOKS er besta fiska- og skeljadjórauppliving

Og júst Søllerød Kro við Jan Restorff vann heiðurin »Ársins dessertuppliving«. Jan Restorff er sonur Johan Restorff, sála, á Hotel Hafnia í Havn.

##med2##

Koks var væl við í kappingin um at fáa stóra heiðurin sum »Ársins besta matstova«, men tann heiðurin fekk matstovan Amchemist á Refshaleøen framman fyri Noma, sum fleiri ferðir hevur heimsins besta matstova, og Koks. Hesar tríggjar matstovurnar fingu allar 39 stig út av 40 fyri matupplivingina.

##med3##

Topp 20 listin yvir bestu matstovurnar í kongaríkinum sæst niðast í greinini.

10 heiðrar til bestu matstovur í kongaríkinum eru lætnir á tiltakinum hjá White Guide Denmark í kvøld, umfram ein heiður til ungt kokkatallent.

##med4##

Her eru vinnarnir:

Årets bedste restaurant

Alchemist

Årets fiske- og skaldyrsoplevelse:

Koks

Årets Jan Restorff:

Koks

Årets dessertoplevelse:

Søllerød Kro

Årets bæredygtige:

Moment

Årets kør hjem drikkevaremenu:

kadeau

Årets øloplevelse:

Broaden & Build

Årets feelgoodoplevelse:

Anarki

Årets smag for skillingen:

Lieffroy 

Årets vinoplevelse:

AOC

Årets unge kokketalent

Mette Brink Søberg, Noma

##med5##

GLOBAL MESTERKLASSE 2020

  1. Alchemist, København, 39/98
  2. Noma, København, 39/97
  3. Koks, Leynar, 39/96
  4. Kadeau København, København, 39/95
  5. Geranium, København, 38/95
  6. AOC, København, 38/94
  6. Søllerød Kro, Holte, 38/94
  6. Mielcke & Hurtigkarl, Frederiksberg, 38/94
  6. Frederikshøj, Aarhus, 38/94
10. Jordnær, Gentofte, 38/92
11. Kong Hans Kælder, København, 37/92
12. Dragsholm Slot Gourmet, Hørve, 37/91
13. MeMu, Vejle, 37/89
13. 108, København, 37/87
15. Molskroen, Ebeltoft, 36/92
16. Studio, København, 36/91
17. Ti Trin Ned, Fredericia, 36/91
18. Henne Kirkeby Kro, Henne, 36/90
19. Hotel Frederiksminde, Præstø, 36/89
20. Villa Vest, Lønstrup, 36/80

##med6##

##med7##