Fleiri føroysk met

Hóast greiða tapið í lands­dyst­inum, sum gjørdi fleiri av før­oyingunum bart.
Magnus Jákupsson, Havn­ar Svimjifelag, setti nýtt før­oyskt met og juniormet í 50 metra firvaldasvimjing. Hann var nummar fremstur við tíðini 24.95 sekund. Hann átti somu­leiðis gamla metið, sum var 25.17 sekund. Hann er fyrsti før­oyingur, sum svimur teinin undir 25 sekund. Magnus Jákupsson tryggjaði sær gullnálina við úrs­litinum.
Astrid Foldarskarð, FLOT, setti nýtt føroyskt juniormet í fyrstu kappingini í 50 metra fir­valdasvimjing. Tíðin var 29.63 sekund. Foldarskarð átti eisini gamla metið, sum var 30.05 sekund, sum var sett í mai í ár. Tað er ein greið framgongd.
Jón Hofgaard, Suðuroyar Svimji­felag, setti nýtt juniormet í 100 metra bringusvimjing við tíðini 1:06.50. Hann var næst­ur íslendska Jakob Jóhann Sveinsson, sum vann kappingina. Á út­tøku­stevnuni til landsdystin í september svam Hofgaard sama teinin við tíðindini 1:08.53. Pál Joensen átti gamla junior­metið frá november 2008 við tíðini 1:07.20. Pál Joensen eigur føroyska metið við tíðini 1:05.50.
Birita Debes, FLOT, setti nýtt føroyskt og juniormet í 100 metra rygg. Tíðin var 1:03.15. Hon átti gamla juniormetið frá før­oyameistarastevnuni í mai í ár, tá hon svam teinin við tíð­ini 1:04.72. Elspa Mørkøre átti før­oyska metið við tíðini 1:03.78.