Danska Maersk Supply Service veitir skip til risastóru verkætlanina The Ocean Cleanup, sum snýr seg um at rudda plast úr sjónum í Kyrrahavinum.
Í løtuni eru fýra føroyingar umborð á Maersk Transporter. Ein teirra er Karl Jón Breiðaskarð, sum siglur við sum maskinstjóri. Hann heldur, at the Ocean Cleanup hevur stóran týdning fyri umhvørvið.
- Eg haldi, at hetta er eitt sera spennandi projekt. Men tað er eisini eitt neyðugt projekt, tí tað er nógv plast her úti. Tað sæst eisini á plastinum, at tað hevur ligið leingi í sjónum, sigur hann.
Høgni á Heygum var skipari umborð á Maersk Launcher, sum sjósetti ruddingarskipanina 8. september. Hetta má sigast at vera ein søguligur túrur í stríðnum ímóti plastsuppunum í heimshøvunum, og føroyski skiparin er glaður fyri at hava verið við til hesa serligu verkætlan.
- Tað var ótrúliga spennandi at vera partur av The Ocean Cleanup. Hatta er fyrstu ferð, mann ger nakað so stórt uppá handan mátan. So tað var ein øgiliga spennandi uppgáva og púra øðrvísi í mun til tað, mann annars er vanur við at gera, sigur Høgni á Heygum.
Hinir føroyingarnir umborð á Maersk Transporter í løtuni eru Bogi Olsen úr Klaksvík, yvirstýrimaður, Martin Høgfeldt Olsen úr Havn, annar stýrimaður, og Jan Kjell Jacobsen úr Havn, fyrsti maskinmeistari.