Fleiri føroyingar uttan fartelefon

Tað er ikki bert í Dali at fólk ikki hava havt telefonsamband í morgun.

Eftir toruveðrið í gjárkvøldið og í nátt eru nakrar av støðunum hjá Føroya Tele vorðnar óvirknar. Hetta hevur serliga gingið útyvir fartelefon-netið.

Ein av hesum bygdunum er Funningsfjørður, men sum skilst á Páll Vesturbú, stjóra á FT Net kemur hetta sambandið í rættlag aftur teir næstu tímarnar.

Orsøkin til hetta slitna sambandið er, at fleiri av støðum teirra standa høgt uppi og á slíkum støðum, ið kunnu vera útsett, tá toran gongur.

Á serliga útsettum støðum hevur Føroya Tele sett upp sonevndar toru-verjur, og tær hava uttan iva gjørt sítt til, at ikki enn fleiri vóru uttan fartelefon í nátt og í morgun.

Men sum nevnt kemur rættlag í hetta sambandið innanfyri fáar tímar.