Fleiri føroyingar í steypaeldin í dag

FCK, AGF og OB skulu í kvøld í fjórða umfarinum í donsku steypakappingini spæla ímóti lægri staddum liðum

Føroysku landsliðsspælararnir í donsku superliguni fáa í hesum døgum nógva dystarvenjing. Í dag og í kvøld verður sjøtul settur á fjórða umfarið í donsku steypakappingini, sum kallast DONG Cup. Higartil hava bara feløg í lægru deildunum luttikið. Men í kvøld skulu nøkur feløg í superliguni upp í part. Jákup Mikkelsen og Herfølge sleppa at hvíla seg eitt sindur afturat. Tey feløgini, sum síðsta kappingarár endaðu ovast í superliguni, skulu ikki spæla í steypakappingini fyrrenn í fimta umfarinum.

Millum superligu feløgini, sum skulu spæla í kvøld, eru FCK, AGF og OB. Tey skulu øll spæla ímóti liðum, sum í landskappingini spæla í lægru deildunum. Men tað vil ikki siga, at superligufeløgini ikki nýtast at seta øll segl til. Serliga hjá AGF og OB ber tað til at ímynda sær, at mótstøðan verður stór, tí talan verður um grannastríð.

Longu klokkan 16.30 skulu AGF og FCK í eldin. Óli Johannesen og teir skulu spæla í Århus ímóti FC Århus, sum er ein samanrenning av fleiri av sum er ein samanrenning av fleiri av smáu feløgunum í Århus. Dreymurin hjá teimum er av bjóða AGF av í stríðnum um fótbóltstrónuna í jyska høvuðsstaðnum. Í løtuni er AGF niðarlaga statt á støðutalvuni, og tá havt verður í huga, hvussu illa tað stendur til fíggjarliga í felagnum hjá Óla Johannesen, kann tað væl hugsast, at lítli beiggin so at siga tevjar blóð.

Todi Jónsson og FCK skulu eisini spæla í Jyllandi. Teir skulu vitja Vejen, sum í landskappingini spælir í danmakrsseriuni.

Í kvøld klokkan sjey skulu Johan B. Hansen og OB dystast ímóti B 1909. Grannauppgerðirnar millum hesi bæði stórfeløgini í Odense hava altíð savnað nógv fólk. Nú er OB í superliguni, meðan B 1909 er í triði bestu deildini. Men tað er kortini einki at ivast í, at ein rúgva av fótbóltshugaðum fjónbúgvum fara til fótbólt í kvøld ? sjálvt um kappingin frá europeisku meistarakappingini og OL er stór í sjónvarpinum.