Fleiri føroyingar fáa húðkrabba

Tilburðir av húðkrabba í Føroyum eru øktir sera nógv seinastu árini, og serliga er móðurmerkjakrabbamein í vøkstri. Í annað kvøld verður almennur fyrilestur um evnið Føroya Felag móti Krabbameini skipar í annað kvøld - mikukvøld - klokkan 19 fyri almennum fyrilestri um húðkrabba og móðurmerkjakrabba. Tað er Thomas Norman Dam, húðlækni, sum fer at hava fyrilesturin.

Bæði Island og Føroyar høvdu fyrst í 1990unum tey lægstu norðurlendsku tølini fyri móðurmerkjakrabbamein, men meðan miðaltølini fyri hini norðurlondini hava ligið i stað, eru tey íslendsku eksploderaði, og tey føroysku eru eisini á veg uppeftir.

Sólin er høvðusorsøkin til øktu tilburðirnar av húðkrabba. Hóðast sóltímarnir í Føroyum eru færri enn aðrastaðni, vita vit, at sólin er minst líka sterk her ella kanska sterkari. Tí eru hyggjuráðini at verja húðina væl, tá ið sólin skínur, og ansa eftir ikki at vera ov leingi í sólini.

Umframt at fólk eru ov nógv úti í sólini, hava vit nú eisini kunstigar sólir. Og altjóða kanningar hava staðfest, at solarium økir vandan fyri móðurmerkjakrabba.

Føroya Felag móti Krabbameini ætlar eisini at seta á stovn ein sjálvhjálparbólk fyri fólk, sum hava ella hava havt húðkrabba. Hetta verður eisini gjørt mikukvøldið.