Fleiri føroyingar at lesa gudfrøði

- Tað hava altíð verið føroyingar sum hava lisið her á DBI. Og fleiri skulu verða hjartaliga vælkomnir, sigur Steen Eskildsen, ferðaskrivari hjá Dansk Bibel Institut í Keypmannahavn.

Fyrr í mánaðinum var hann á kunningarferð í Føroyum. her hann greiddi frá um stovnin, har hann sjálvur lesur gudfrøði.
Steen hevur hildið møtir kring landið og hevur eisini prædikað við onkrar gudstænastur.
- Her havi eg hitt fleiri ung, sum hava víst hesum lesnaðinum stóran áhuga.
- Hugsandi er tí, at onkur teirra fer at lesa gudfrøði her hjá okkum. Her er í øllum førum gott at verða, sigur Steen.
Umframt kunningina hevur hann eisini hitt fólk og samkomur, sum stuðla virkseminum á DBI, annaðhvørt við gávum ella við forbøn.

Trúskap móti Bíbliuni
DBI hevur í sløk 35 ár undirvíst komandi gudfrøðingum og prestum. Millum hesar hava eisini verið eitt stórt tal av føroyingum.
- Í løtuni eru eini 4-5 føroyingar her á DBI, sigur Steen.
Skipanin er hon, at tey lesandi verða innskrivað til gudfrøðilesturin á Københavns Universitet, men at tey eisini hava møguleika at fáa undirvísing á DBI – ofta í somu lærugreinum.
- Meðan ein aðrastaðni hevur lagt seg á eina atfinningarsama linju mótvegis Bíbliuni, leggja vit hinvegin dent á trúskap móti Bíbliuni.
- Tí kann ein hoyra eitt ávíst sjónarmið á eina lærustovninum og eitt annað á hinum. Soleiðis kann ein fáa báðar síður av somu søk at hoyra, sigur Steen.
Hann hevur lisið gudfrøði í nøkur ár, men er í løtuni ferðaskrivari hjá DBI. Enn veit hann ikki, hvat hann skal gera, tá lesturin er liðugur.
- Eg havi eisini lisið kunningartøkni og samskifti. So tað verður helst okkurt við, hvussu ein breiðir út Guds orð á ein annan hátt og á øðrum støðum enn júst í eini kirkju, slær Steen fast.