Favorittarnir í AB vunnu í kvøld 4-2 á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá NSÍ, sum framvegis er stigaleyst og á aftasta plássi.
Dion Splidt, sum var á ytsta plássinum í vinstru, legði í 13. minutti heimaliðið framum eftir innlegg úr høgru, og álopsspælarin Tróndur Sigurðsson vísti fyrstu ferð sítt máltev í 22. minutti, tá ið hann varð spældur leysur innanfyri verjuna og trygt setti bóltin framvið Peturi á Roykheyggi í NSÍ málinum.
Unglingaspælarin Øssur Dalbúð minkaði um munin tveir minuttir seinni. Hann vann fríspark stutt uttanfyri AB brotsteigin og við framúr skoti sendi hann bóltin upp um manngarðin í upp í málhornið. Hetta skotið kundi bent á, at tað hevði verið eina roynd vert at givið unga manningum høvi at royna seg við frísparki á besta NSÍ liðnum.
Tá ið Dion Splidt økti til 3-1 í 38. minutti var aftur talan um framúr vakurt mál. Eftir at hava drigið fram í vinstru og síðani snarað eitt sindur innfyri, smekkaði hann bóltin upp í handara málkrókin.
Ein minutt fyri hálvleik økti Tróndur Sigurðsson um munin til 4-1. Aftur hesa ferð varð málrevurin spældur leysur inn um verjuna.
Í 71. minutti pyntaði Øssur Dalbúð um úrslitið fyri NSÍ. Dánial Hansen spældi unglingaspælaran leysan, og Øssur var tryggur, tá ið hann stóð andlit til andlit við Heðin Stenberg í AB málinum.