Fleiri fólk og færri pengar

Hóast Atlantsflog hevur flutt fleiri ferðafólk í ár enn í fjør, liggur minni eftir hjá felagnum, nú árið er farið

Hóast endaliga uppgerðin ikki er liðug, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, at minni verður eftir í kassanum í ár, enn tað var í fjør.
Kappingin í flogferðsluni harðnar alsamt, og tað gerst dýrari hjá feløgunum at flyta ferðafólkini, vísir Magni Arge á. So hóast ferðafólkatalið vaks, varð ikki so nógv eftir, sum ynskiligt kundi verið, sigur hann.
Atlantsflog hevur havt størri virksemi í ár, enn árini frammanundan. Fleiri túrar hava verið gjørdir. Men tað hevur kortini ikki merkt, at pengar koma í kassan beinanveg. Tí tað tekur tíð at byggja slíkar upp. Eisini hóast tað er á rutum, felagið røkir frammanundan. Eitt nú seinnapartstúrarnir til Danmarkar, háost teir eru rímiliga nógv brúktir, sigur Magni Arge.
Hann fegnast um, at felagið hevur havt væl av flúgving millum onnur lond, sum hann málber seg. Her nevnir hann eitt nú charterflúgvingina millum Ísland og Grønland í summar sum eitt gott dømi.
Ferðingin hevur verið nógv nú um høgtíðirnar. Bæði undan jólum og millum jól og nýggjárs.