Ein vørubilur í New York rakti fleiri fólk, tá ið bilurin koyrdi móti ferðsluni gjøgnum fleiri gøtur nærhendis World Trade Center. Tað skrivar ritzau í kvøld.
Løgreglan hevur váttað, at minst átta fólk eru deyð, meðan tólv hava fingið skaða. Bilurin var ein leigubilur, sigur løgreglan sambært ritzau. Vørubilurin rendi á fólk á súkklubreytini á vegnum. Hendingin verður viðgjørd sum ein terroratsókn, skrivar ritzau.
Førarin av bilinum kom seinni úr bilinum við tí, sum líktist einum ella fleiri skotvápnum. Tað verður hildið, at talan var um følsk vápn. Førarin varð skotin av løgregluni og er førdur á sjúkrahúsið. Enn er óvist, hví maðurin framdi hesa atsókn.
Borgarstjórin í New York, Bill de Blasio, kallar hendingina fyri terror, meðan guvenørurin í New York, Andrew Cuomo sigur, at tann 29 ára gamli maðurin var einsamallur um atsóknina. Hetta sigur hann tí tað ikki finnast prógv fyri, at maðurin skuldi hava verið partur av størri bólki.
Sambært løgregluovastanum í New York segði maðurin eitt hvørt við løgregluna, eftir at hann varð handtikin, sum váttaði illgrunan um, at hetta var ein terroratsókn. - Hetta er ein ræðuligur dagur í okkara býi, segði hann á tíðindafundi og legði aftrat, at sambært tí vitan, sum løgreglan nú hevði, var talan um eina terroratsókn.
/ritzau/AFP