Iransku myndugleikarnir siga, at 18 fólk eru deyð í samanbrestum, men onnur tíðindi vilja vera við, at tað rætta talið er oman fyri 150 Mótmælini í Iran halda fram, og sambært teimum fáu tíðindunum, sum sleppa út úr landinum, hava myndugleikarnir hert framferðina ímóti mótmælisfólkinum.
Almenna tíðindastovan IRNA sigur, at 10 fólk lógu eftirá í gjár, og at ófriðurinm hevur kravt 18 mannalív síðani valið. Men aðrar keldur siga, at tað rætta talið er nógv størri, kanska oman fyri 150. Harafturat eru meiri enn 400 mótmælisfólk tikin.
Í dag eru myndir av einari doyggjandi kvinnu á einari gøtu í Teheran farnar um alnótina um allan heimin. Kvinnan bleivb skotin undir einari mótmælisgongu í gjár, og myndirnar av henni hava elvt til øði nógvastaðni, skrivar Reuters.