Fleiri fáa krabbamein

Nýggj hagtøl vísa, at talið á krabbameinstilburðum í Noregi veksur altsamt, og at í 2004 vórðu 24.434 nýggir tilburðir staðfestir.

Tað merkir, at talið á krabbameinstilburðum er vaksið heili 80 prosent síðani 1953, tá farð varð undir at skráseta tilburðirnar. Tølini vísa, at allir aldursbólkar fáa krabbamein, men at tey flestu kortini eru eldri fólk. Av monnunum, sum fáa krabbamein, eru 86 prosent eldri enn 55 ár, og hjá kvinnunum er talið 78 prosent. Samstundis vísir tað seg, at krabbamein gerst alt meiri vanligt hjá børnum, og nú fáa umleið 150 norsk børn krabbamein um árið.

Hagtølini frá 2004 vísa, at rættiliga nógv fólk fáa krabbamein í tjúkktarminum ella endatarminum. Tað árið fingu 3.482 norðmenn krabbamein í tarmunum.