Fleiri fáa ókeypis koppseting

Frá 1. desember kunnu allar gentur og kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár lata seg koppseta ókeypis fyri lívmóðirhálskrabba (HPV).

Landsstýrismaðurin við heilsumálum, Karsten Hansen, hevur í vikuni tikið stig til hetta tilboð um ókeypis koppseting fyri lívmóðirhálskrabba.

Treytin fyri at verða koppsett ókeypis er, at kvinnan hevur fylt 12 ár, tá koppsetingin byrjar. Koppsetingarnar skulu verða framdar, innan kvinnan fyllir 28 ár.

Tilboð um ókeypis koppseting ímóti HPV varð fyrstu ferð sett í gildi í Føroyum 1. januar 2009. Tá fingu gentur, sum høvdu fylt 14 ár, men sum ikki høvdu fylt 15 ár, í boðið ókeypis HPV-koppseting.

Tann 1. juli 2010 varð tilboðið víðkað so gentur, føddar 1. januar 1995 ella seinni, kundu verða koppsettar ímóti lívmóðurhálskrabbamein, tá tær høvdu fylt 13 ár. Koppsetingarnar skulu verða framdar, innan gentan fylti 15 ár.

Koppseting ímóti HPV-virus hevur til endamáls at fyribyrgja, at kvinnur fáa lívmóðurhálskrabbamein. Heilsufakliga metingin er, at um kvinnur taka av tilboðnum um HPV koppseting, fer tað frameftir stórt sæð at bera til at fyribyrgja, at kvinnur fáa vandamiklu sjúkuna.