Fleiri eykasýningar til Klintrimús

Útselt er til allar sýningar av Klintrimús, men í næstum vera eykasýningar. Havnar Sjónleikarfelag er farið undir at seta upp barnaleikin ?Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskógini? eftir Thorbjørn Egner.

 

Søgan um Klintrimús, Skógmús-Mortan, Bamsu-Pól, Mikkjal Rev og øll hini dýrini er sjónleikur fyri tey minstu, men eisini størri børn ? og foreldur ikki minst ? eiga at geva sær sjálvum møguleikan at síggja henda leik, sum á einklasta hátt fortelur okkum, at vit skulu vera góð við hvønn annan.

 

Sjálvur sigur Thorbjørn Egner: Í Valbakkaskóginum finnur tú eins og í okkara stóru verð, ein longsul eftir friði og tryggleika og virðing fyri hvørjum øðrum.

 

Flestu vaksnu kenna søguna frá frálíka barnaútvarpsleikinum frá 1970?unum, og mong vóru tey, sum glað leitaðu til Kvívíkar at síggja leikin.

 

Kostnaður er 125 kr.

 

GG! útselt er til allar eykasýningarnar fram til og við 14. desember.