Fleiri ES-leiðarar vánaligt valúrslit

Fleiri av teimum evropeisku stjórnarleiðarunum hava tapt valið til ES-tingið í dag Gordon Brown í Bretlandi, Angela Merkel í Týsklandi, Brian Cowen í Írlandi og Lawrence Gonci á Malta hava lítið at fegnast um aftan á ES-valið í dag. Felags fyri tey er, at teirra flokkar hava tapt, skrivar Reuters.

Ringast stendur til í Bretlandi, har stjórnarflokkurin hjá Gordon Brown, forsætisráðharra eftir øllum at døma er vorðin tann fjórðistørsti á valinum í dag.

Í Írlandi hevur Fianna Fáil fingið eitt sera vánaligt úrslit, og í Týsklandi hevur CDU hjá Angelu Merkel, kanslara mist nógvar veljarar, hóast flokkurinm framvegis er nógv størri enn sosialdemokratarnir.

Í París kann Nicolas Sarkozy, forseti, harafturímóti bretta sær á, tí hansara UMP-flokkur hevur styrkt sína støðu á valinum í dag.