Fleiri enn væntað í arbeiði í USA

Tað vórðu skapt 272.000 fleiri nýggj størv í USA uttan fyri landbúnaðin, boðar arbeiðsmálaráðiið í USA frá.

Høga talið av nýggjum strøvum í USA er við til at økja eftirspurningin av útlendskum vørum. (Arkivfoto). - Foto: Michael M. Santiago/Ritzau Scanpix

Harvið var meira gongd í starvsmarknaðinum enn væntað.

Amerikanskir búskaparfrøðingar høvdur roknað við 185.000 nýggjum størvum.

Arbeiðsloysið láí mai á 4 prosentum. Í apríl var arbeiðsloysið 3,9 prosent.

Í apríl vóru skapt 175.000 fleiri nýggj størv, meðan tað ársins fyrstu tríggjar mánaðir í miðal vórðu skapt 242.000 nýggjø størv.

Harvið eru eingin tekin um, at ferðin er um at fara úr amerikanska arbeiðsmarknaðinum.

Búskaparfrøðingar vænta, at tað kann fara at føra til, at reintulækkingar í USA fjara longur út í havbrúnna.

/ritzau/

 

 

 

Høga talið av nýggjum strøvum í USA er við til at økja eftirspurningin av útlendskum vørum. (Arkivfoto). - Foto: Michael M. Santiago/Ritzau Scanpix